17-05-2013
Verkætlanarleiðari settur fyri Landssjúkrahúsið
BYGGING: Stór útbygging av Landssjúkrahúsinum stendur fyri framman. Í tí sambandi hevur Landsverk sett Jan á Argjaboða, sum hevur starvast á stovninum tey seinastu tvey árini, at standa á odda fyri verkætlanini.

Fyrireikingin av stóru útbyggingini av Landssjúkrahúsinum gongur eftir ætlan. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið fyri tíðarskeiðið 2009-2019 er 489,3 mió. krónur. Harav eru umleið 95 mió. krónur fyri arbeiði, sum longu er gjørt. Tað er í høvuðsheitum umbygging av røntgendeild og vaskarí og gerð av klimaskermi á b-bygninginum. 

Av teimum umleið 394 mió. krónunum, ið eftir eru av samlaðu játtanini, fara 295 mió. krónur til sokallaða h-bygninginum, ið skal húsa psykiatriskum depli, føði- og barnsburðardeild, uppvenjingarhølum, sjúkraseingjarplássum og køki. Somuleiðis koma íløgur í útgerð, innbúgv, list og grøna orku at kosta umleið 65 mió. krónur. Til ymiskt viðlíkahald eru avsettar 34 mió. krónur.

Landsverk, sum er almennur byggiharri, hevur sett Jan á Argjaboða sum verkætlanarleiðara fyri stóru um- og útbyggingini av Landssjúkrahúsinum. 

Jan á Argjaboða er útbúgvin verkfrøðingur á Aalborg Universiteti í 1984. Umframt royndir í Føroyum, hevur hann arbeitt við verkætlanum í Grønlandi, Danmark, Mosambique, Nepal, Indonesia og Afganistan.

Áðrenn Jan á Argjaboða kom á Landsverk í 2011, starvaðist hann í stív fimm ár sum leiðari fyri Tænastudepilin á Landssjúkrahúsinum.

Um nakar ynskir at vita meiraum hetta málið, kann viðkomandi venda sær til samskiftistænastuna á Landsverki,tlf. 290 804.

Úrslit: