14-04-2010
Venjing í Leynatunlinum
TILBÚGVING: Fyrrapartin var skipað fyri venjing i Leynatunlinum í sambandi við at tunnilin nú er liðugt dagførdur og hevur fingið neyðugu trygdarútgerðina og eina tilbúgvingarætlan

Endamálið við venjingini var at royna deilætlanirnar hjá teimum ymisku pørtunum og samskiftið og -starvið partanna millum

Endaliga tilbúgvingarætlanin fyri Leynatunnilin
Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Kvívíkar Sløkkilið, Vestmanna Sløkkilið, Tórshavnar Sløkkilið, Politiið, Ambulansutænastan.

Harafturat luttóku Brunaumsjón Landsins sum eygleiðari saman við Politinum, Ambulansutænastuni, Umboð fyri Sløkkiliðini og Landsverki.

Næmingar frá Tekniska Skúla í Havn vóru statistar.


Hendingin
Ein minibussur rendi saman við einum persónbili. Í minibussinum vóru 4 ferðafólk + bilførari. Í persónbilinum vóru 2. fólk. Óhappið hendi umleið 200 m inn/ Kollfjarðarmegin. Ein persónur í bussinum doyði á staðnum.


Tilbúgvingarbólkur/eftirmeting
Í tilbúgvingarbólkinum eru umboð fyri Brunaumsjón Landsins, Ambulansatænastuna, Politiið, Tórshavnar Sløkkilið og Landsverk.


Bólkurin skal skriva eina frágreiðing og gera eina niðurstøðu í sambandi við venjingina. Síðani verður frágreiðingin løgd fyri teir partar, ið vóru við í venjingini.

Vilt tú vita meira kanst tú venda tær til Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingini á Landsverki, tlf. 290 892 ella til kunningina á tlf. 290 804 ella 290 805.

Úrslit: