23-03-2023
Venjing á trylupallinum í Froðba
TILBÚGVING: Sum liður í tilbúgvingini varð skipað fyri eini venjing á tyrlupallinum í Froðba í dag 23. mars.

Endamálið við venjingini var at royna samskiftið og samstarvið partanna millum og finna møguligar manglar/veikleikar, fyri hareftir at bøta um teir.

Tey, ið luttóku í sjálvari venjingini vóru Tvøroyrar Sløkkilið, Politiið, Sjúkraflutningstænastan, Atlantic Airways, Tyrludeildin og Landsverk. Harafturat vóru eisini eygleiðarar fyri teir ymisku innsatspartarnar. Statistarnir vóru frá Heilsuskúlanum í Hovi.

Tá tyrlan skuldi lenda á tyrlupallinum í Froðba, hendi ein vanlukka. Ársøkin er ókend, men verður kannað av serfrøðingum. Eldur kom í tyrluna. Við vóru tveir flogskiparar og 8 ferðafólk. Fleiri fólk fingu skaða.

Bólkurin, sum stóð fyri venjingini, skal nú viðgerða eygleiðarafrágreiðingarnar og gera eina felags niðurstøðu saman við innsatspørtunum.

Hesir stóðu fyri venjingini: Heini Østerø, Tórshavnar Sløkkilið, Martin Berg , Politiið, Hjalgrím Andreasen, Elin Jensen og Jákup Nolsøe, Heilsuverk Føroya og  Jákup N. Olsen, Landsverk.

 

Úrslit: