20-09-2022
Venjing
FRÁBOÐAN FRÁ VÁGA FLOGHAVN OG LØGREGLUNI.

Vága Floghavn og løgreglan boða frá, at ein stór venjing er júst farin í gongd við Bíggjarvegin í Sørvági, við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum, tyrlum og skipum.

Fólk verða biðin um at halda seg burtur frá venjingar økinum, har tað er nógvur roykur og nógv ferðsla. Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Bíggjarvegnum niðan til Vatnsoyrar, har nógv ferðsla verður við akførum sum luttaka í venjingini.

Í samband við venjingina er Bíggjarvegurin stongdur á strekkinum frá Skúlavegi í Sørvági til Bíggjar í tíðarskeiðnum frá kl. 16.45 til 19.30 meðan venjingin er í gongd. 

Vága Floghavn og løgreglan

Úrslit: