18-09-2017
Vegurin til Viðareiðis verður asfalteraður
ASFALTERING: Vegurin frá tunnilsmunnanum í Dølum til Viðareiðis verður nú asfalteraður av nýggjum. Byrjað verður í komandi viku.

Eftir at Viðareiðistunnilin varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðani, var skjótt greitt, at trupulleikar vóru við vegnum millum tunnilsmunnan og bygdina á Viðareiði.

Støða er tikin til at asfaltera vegin av nýggjum, og lisitatión hevur nú verið.

Úrslitið var, at HJ Asfalt átti lægsta boð við sløkum 4,1 mió. krónum. Á øðrum plássi var Kreton við sløkum 5,2 mió. krónum, og hægsta boðið átti EM Asfalt við stívum 5,7 mió. krónum.

Landsverk hevur í dag undirskrivað sáttmála við HJ-Asfalt um asfalteringsarbeiðið, sum fer í gongd í komandi viku.

Úrslit: