16-10-2009
Vegleiðing til vektarskipan
VEKTARSKIPAN: Á skervverkunum á Hústoft og í Hundsarabotni tóku tey herfyri eina nýggja vektarskipan í nýtslu. Higartil hevur gingið væl við nýggju skipanini.

Viðskiftafólk í Hundsarabotni og á Hústoft hava tikið væl ímóti vektarskipanini, og gongur tað tí eisini væl at læra nýggju mannagongdina, tá ið bilførarir sjálvir skulu viga seg inn og út.

Tað er tó altíð hent at hava eina vegleiðing hjá sær í bilinum, og hevur Landsverk nú gjørt eina vegleiðing fyri, hvat tú skalt skráseta í telduna/á skermin við vektina. Vegleiðingin kann heintast her á heimasíðuni ella á skervverkunum.

Heinta vegleiðing her: Scanvaegt3.pdf (1,16 MB)

Úrslit: