Síðani hálvan desember hava ongar maskinur og einki arbeiðsfólk hjá Landsverki verið at sæð á Kaldbaksvegnum. Hetta kemst av tí, at Landsverk avgjørdi at steðga arbeiðinum at gera vegjaðarin aftur, soleiðis at tann nógva ferðslan á Kaldbaksvegnum um jóltíðir ikki varð tarnað.
Í vikuni verður arbeiðið so tikið upp aftur, og væntandi verður arbeiðið liðugt hálvan januar.
Landsverk hevur arbeitt á Kaldbaksvegnum síðani hálvan oktober. Arbeitt hevur verið við at gera vegjaðaran aftur, eftir at Fjarhitafelagið í Havn hevur lagt rør frá Sundsverkinum og suður á Sandvíkarhjalla.
Meira vegarbeiði í vár.
Strekkið frá Sundsverkinum suður til rulluportrið er einasta strekkið sum enn ikki er asfaltera ísv. viðlíkahald av Kaldbaksvegnum. Tað hevur ikki borið til at asfaltera hetta strekkið, meðan arbeitt hevur verið við at gera vegjaðaran aftur. Ætlanin er at fara at asfaltera hetta strekkið í vár.
Strekkið verður væntandi fresað í mars - apríl, og sjálv asfalteringin fer fram í juni. Meðan asfalteringin fer fram, er ætlanin at beina ferðsluna eftir Oyggjarvegnum, soleiðis at arbeiðið kann ganga skjótt og væl.
Tá hetta strekkið er asfalterað, er alt strekkið frá rundkoyringini í Hoyvík til og við Kollafjarðartunnilin asfalterað.