Nú er ætlanin fyri arbeiði við vegamerking fram til 15. juli 2005 gjørd.
Vísið varsemi
Tað verður staðiliga heitt á fólk at vísa varsemi, tá koyrt verður, har vegamerkingar fara fram, og somuleiðis ikki at koyra um nýmálaðar strikur (turrar eftir 10 min.)
Vika 26
Mála miðju og kantar í Norðureysturoy og Suðurstreymoy. Termoplastarbeiði við Sundabrúnna. Rabatt á Eiðisvegnum.
Vika 27
Mála landsvegir í Suðuroynni og ferjulegu á Tvøroyri. Merkja fyri Vágs og Tvøroyrar kommunur. Merkja fyri Miðvágs kommunu. Gera rabatt á Eiðisvegnum.
Vika 28
Mála í Sandoynni, ferjulegu í Skopun og í Norðoyum. Termoplastarbeiði í meginøkinum og rabatt á Eiðisvegnum.
Arbeiðið í rabatt verður bert gjørt, tá ið tað ikki er veður at mála.
Vika 29 og 30
Summarfrí.
Landsverk leggur ætlanir á heimasíðuna umleið eina ferð um mánaðin.