Álitisfólkini í vetrarhaldinum hjá vegadeildini kring landið koma saman til ein vetrarfund eina ferð um árið í Havn. Vetrarfundurin er skipaður soleiðis, at fyrraparturin verður brúktur til eina framløgu av øllum skrásettum hagtølum hjá Landsverki fyri veturin, meðan seinnaparturin er ein arbeiðsfundur, har tað meira praktiska verður umrøtt og royndir og meiningar deildar.
Leiðarin á vegadeildini, Finnleif Durhuus, legði hagtølini fyri 2004/2005 fram. Vanligt er at øll hesi tøl síðani verða savnað í einum bóklingi, sum kemur út nakað aftaná - hesaferð væntandi í desember. Vit kunnu beinanvegin her avdúka nøkur hagtøl - til dømis fyri hálku.
Hálka veturin 2004/2005
Hyggja vit eftir vetrinum 2004/2005 samlað, so var fyrsti kavadagur 24. oktober 2004 og seinasti kavadagur 18. mai, 2005. Mest av kava var í desember um jóltíðir, tá nógvir dagar vóru, har tað var kavaklætt og í januar, tá nógvur kavi var mesta partin av mánaðinum.
Yvirlit yvir hálkudagar í landinum Hálkudagar
Norðoyggjar: 72 Eysturoy: 98 Streymoy: 95 Vágar: 70 Sandoy: 58 Suðuroy: 64
Samanbera vit við hini árini, so vóru hálkudagarnir samanlagt hesi árini:
1992/1993: 135 hálkudagar
2002/2003: 63 hálkudagar
2004/2005: 104 hálkudagar
Sum sæst skiftir talið av hálkudøgum nógv.