Kilowatt, krónur og koltvísúrni.
Soleiðis er heitið á ráðstevnu, sum Landsverk skipar í Norðurlandahúsinum 20. mai, har orkunýtsla er í brennideplinum.
15 milliónir krónur eru í ár játtaðar til tiltøk, sum spara um orkunýtsluna í almennum bygningum og harvið eisini at minka um CO2-útlátið.
Landsverk er farið undir at kanna almennar bygningar og at skráseta møguleikarnar at minka um orkunýtsluna. Síðani verður farið undir at fremja ítøkilig orkusparandi tiltøk, sum kunnu vera alt frá at skifta og broyta bygningslutir til at broyta nýtsluatburð.
Tað er í hesum sambandi at orkuráðstevnan verður hildin. Ráðstevnan vendir sær til ráðgevarar, byggimeistarar, stovnsleiðarar, húsavørðar og byggimyndugleikar. Á ráðstevnuni fáa tey innlit í hugsanir og vitanina hjá serfrøðingum á økinum.
Kim B. Wittchen fer at hava fyrilestur um orkusparing í verandi bygningum. Hann er civilverkfrøðingur og seniorgranskari hjá Statens Byggeforskningsinstitut á deildini fyri orku og umhvørvi.
Anna Pia Koch fer at varpa ljós á avleiðingar av orkusparandi tiltøkum, við serligum atliti at inniluft. Hon er seniorráðgevi hjá Teknologisk Institut við serkunnleika í fukti og inniumhvørvi.
Mikael Koch fer at halda fyrilestur um orkusparing og byggilist. Hann er arkitektur og ráðgevi hjá Danske Arkitektvirksomheder viðvíkjandi umhvørvi og burðardyggari bygging.
Tilmelding fer fram við at skriva ein teldupost til ligr@lv.fo ella við at ringja á tlf. 540 806. Luttøkugjaldið er 800 krónur og skal flytast á konto 128 2206 í Eik. Viðmerkið “Orkuráðstevna”
Tekningarfreistin er 18. mai, 2009 kl. 12.00
Eru spurningar til ráðstevnuna ber til at venda sær til Ole Jensen, arkitekt á tlf. 540 875 ella olej@lv.fo.
Skrá fyri dagin
Kl. 09:00 Skráseting og morgunkaffi
Kl. 09.30 Ráðstevnan verður sett av Anniku Olsen,
landsstýriskvinnu í innlendismálum.
Kl. 09.45 Bygging og orkunýtsla í Føroyum
Ole Jensen, arkitektur, Landsverk
Kl. 10.15 Varandi orka
Jarðfeingi
Kl. 10.45 Steðgur
Kl. 11.00 Orkusparandi tiltøk í verandi bygningum
Kim Wittchen, senior forsker,
Statens Byggeforskningsinstitut – Energi og miljø
Kl. 11.45 Matarsteðgur
Kl. 13.00 Avleiðingar av orkusparandi tiltøkum
Anna Pia Koch, senior konsulent,
Teknologisk institut – fugt og indeklima.
Kl. 13:45 Steðgur
Kl. 14.00 Orkusparing og/ella byggilist
Mikael Koch, arkitektur,
Danske Arkitekter, ráðgevi innan burðardygga bygging,
Kl. 14.45 Samandráttur – kjak
Ráðstevnan endar umleið kl. 15.30. Fyrilit verða tikin fyri broytingum í skránni.