27-02-2009
Vágur fingið býargrind
FERÐSLUTRYGD: Í gjár varð fyrsta býargrindin sett upp í Vági. Býargrindir verða settar upp fyri á besta og tryggasta hátt at upplýsa bilførarar at komið er inn á bygt økið.

Í gjár var býargrind sett upp í Vági. Endamálið er sjónliga at vísa teimum sum koyra, at tey eru komin í bygt økið, somuleiðis sum Vágs kommuna hevur latið gjørt skeltir, sum ávíkavist siga ”Vælkomin til Vágs” og ”Takk fyri vitjanina”. Komin inn í bygdina, stendur ein ferðagái, sum vísur ferðina á bilinum. Alt hetta skal skapa betri og tryggari karmar fyri ferðsluna, og tryggja at tey ferðandi vísa størri varðsemi.

Fyrr var ein náttúrligur skilnaður millum bygt og óbygt økið, tí við mestsum allar bygdir var eitt rulliportur, sum vísti at nú var farið inn í bygt økið. Men nú eru flest øll rulliportur burtur, og tørvur er á at gera skilnaðin millum bygt og óbygt meira sjónligan. Hetta kann gerast við býargrind.

Úrslit: