10-06-2008
Væleydnað skriviborðsvenjing

Sum kunnugt, varð ein skriviborðsvenjing hildin í Leguhúsinum í Nesvík hósdagin 29. mai í sambandi við tilbúgvingarætlanina til Norðskálatunnilin. Tað var Landsverk, ið samskipaði tilbúgvingina, og Tórshavnar Sløkkilið stóð fyri skriviborðsvenjingini.

Fólk samla seg um "trupulleikan" tey royna at loysa

Við til venjingina vóru Løgreglan úr Tórshavn og Eysturoy, Landssjúkrahúsið/ambulansutænastan, Sunda Sløkkilið, Skálafjarðar Sløkkilið, Eiðis Bjargingarfelag og Brunaumsjón Landsins.

Eftirmetingar vóru gjørdar aftan á venjingina.

Í Føroyum eru vit nú farin undir at gera okkara egnu royndir við planum og venjingum. Henda skriviborðsvenjing var tann fyrsta av hesum slag, ið føroyingar sjálvir skipaðu fyri. Samanumtikið kann sigast at venjingin gekk væl. Næsta stig á skránni er stórvenjingin, sum verður í september 2008.

Úrslit: