Norrønt vegforum skipaði 14. mai fyri almennum seminari um ferðslutrygd. Evnið var Ferðslutrygd grundað á fakta, og gott 30 fólk frá Landsverki, RFF, Akstovuni, kommunum og ráðgevandi verkfrøðingum luttóku, umframt norðurlendsku fyrilestrarhaldararnar. Hóast evnið “Ferðslutrygd grundað á fakta” var gjøgnumgangandi í øllum fyrilestrunum, var skráin sera fjølbroytt við spennandi fyrilestrum úr Noregi, Íslandi, Svøríki, Finnlandi og Danmark.
Munur er sjálvandi á vegakervinum og støddini á prosjektum hjá hinum Norðanlondunum og Føroyum. Men tá tað kemur til ferðslutrygd er eingin munur. Øll londini arbeiða eftir felags visjónini um Nullhugsjónina, tá tað kemur til ferðslutrygd. Tí kann føroyska ferðslutrygdararbeiðið læra nógv av royndunum, hini londini hava gjørt sær.
Ætlanin er eisini at gera ein føroyskan NVF ferðslutrygdarbólk, soleiðis at vit í Føroyum eisini kunnu læra av hvørjum øðrum, og ikki sita og arbeiða við somu tiltøkum í hvør sínum lagi.