Hósdagin í síðstu viku bjóðaði Landsverk almenningi, samstarvsfeløgum, fjølmiðlum og øðrum áhugaðum til móttøku og opið hús á Tingshúsvegi 5 í sambandi við, at Ewald Kjølbro 8. apríl tók við sum stjóri á stovninum. Hann hevði tá verið virkandi stjóri síðani november 2010, eftir at fyrrverandi stjórin var farin frá.
Útivið 250 fólk tóku av innbjóðingini og komu inn á Landsverk at heilsa upp á nýggja stjóran.
Ewald Kjølbro vísti á, at nógv er hent við at trimma Landsverk tey seinnu árini, og at stovnurin í dag bæði er effektivur og vælvirkandi.
- Av tí, at stovnurin nú er so væl trimmaður, kann eg í størri mun enn undanfarnu stjórar nýta orkuna til at fáa í lag eitt betri og tættari samstarv við aktørar uttan fyri húsið, ið Landsverk hevur nógv samband við. Harafturat vil eg royna at byggja upp eitt størri forstáilsi mótvegis almenninginum fyri okkara uppgávu og leikluti í tí føroyska samfelagnum. Vónandi við tí úrsliti, at vit øll fara at skilja hvønn annan betri, segði Ewald Kjølbro.
Bæði undanfarna landsstýrisfólk í innlendismálum, Annika Olsen, og núverandi, John Johannesen, tóku orðið undir móttøkuni.
- Stjórin á einum so stórum og týðandi stovni skal hava rættiliga harða húð. Samstundis sum hann skal leiða stovnin og býta út innanhýsis uppgávur, skal hann eisini fyrihalda seg til kringliggjandi samfelagið, myndugleikar og ikki minst okkum politikarar, sum í so oftani hava hug at leggja okkum út í tær avgerðir, sum ein slíkur stovnur tekur, segði John Johannesen.
Ewald Kjølbro er 47 ára gamal og útbúgvin byggiverkfrøðingur í 1994. Hann tók við sum leiðari á havnadeildini á Landsverki í 2001, og á vári 2009 gjørdist hann eisini leiðari fyri bygningadeildini á stovninum.