01-09-2025
Útbyggingin av Rásini í Saltangará er liðug: Hátíðarhald 5. september 2025 kl. 14.00
Fríggjadagin 5. september 2025 verður hátíðarhald á Rásini á Heiðavegi 67 í Saltangará í sambandi við at útbyggingin av skúlanum er liðug

Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í 4. juli 2023 og nú er útbygdi skúlin klárur at taka í nýtslu.
Rásin er eftirskúlatilboð til ung við menningartarni. Við útbyggingini kann skúlin framyvir rúma 14 næmingum.
Opið hús er fríggjadagin 5. september 2025 frá kl. 12.00-17.00 - har øll eru hjartaliga vælkomin.

Úrslit: