15-10-2025
Útbyggingin av Miðnámi á Kambsdali liðug: Hátíðarhald 20. oktober
Mánadagin 20. oktober 2025 verður hátíðarhald á Miðnámi á Kambsdali í sambandi við at 3. byggistig í útbyggingini av skúlanum er liðugt.

Djóni Nolsø Joensen, landsstýrismaður í Barna- og útbúgvingarmálum setti hakan í 7. juni 2023 og nú er útbygdi skúlin klárur at taka alment í nýtslu.

Alment hátíðarhald verður á skúlanum kl. 13.30. Landsstýrismaðurin heldur røðu og skúlakórið syngur. Øll eru boðin til ein drekkamunn og okkurt gott til góman. Opið hús er fram til kl. 17.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Úrslit: