Á myndini síggjast: Rói Stakkstund, verkætlanarleiðari, Landsverk, Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, Listasavn Føroya, Marjun W. Thomassen, stjóri, Landsverk, Sjúrður Holm, stjóri, Sp/f Búsetur, Rógvi Holm, rakstrarleiðari, Sp/f Búsetur.
12. mars 2026 skrivaðu Landsverk og Sp/f Búsetur undir arbeiðstøkusáttmála um útbygging av Listasavni Føroya í Gundadali. Landsverk er byggiharri vegna stýrið fyri Listasavn Føroya.
Listasavn Føroya hevur fingið tilsøgn frá útlendskum grunnum um tilsamans 41 mió. kr. til at umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavnið. Tórshavnar kommuna stuðlar verkætlanini við 5,5 mió. kr.
Løgtingið samtykti 5. februar 2026 lóg um stuðul frá landinum til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya.
Arbeiðið byrjar innan fáar vikur og tekur umleið 2 ár.