10-06-2022
Útboð: Leigumál til bileftirlitsstøð í norður-eysturøkinum
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at bøta um hølisviðurskiftini hjá Akstovuni í norðureysturøkinum. Tað verður gjørt við at bjóða eitt leigumál út, soleiðis at bileftirlitsstøð verður útvegað til endamálið.

Bileftirlitsstøðin, sum er ein felags støð fyri alt norður-eysturøkið, skal vera miðsavnað á einum væl hóskandi stað, millum verandi sýnshøll hjá Akstovuni í Klaksvík og verandi sýnshøll hjá Akstovuni í Saltangará. Fyrimyndin fyri kravfestingini til sýnshallinar eru verandi sýnishallir hjá Akstovuni í Tórshavn. Talan er um eitt langtíðarleigumál. Útboðið er tøkt og skal latast inn umvegis iBinder.

 

Freistin at bjóða er 26. august 2022. Áhugaðir tilboðsgevar kunnu seta spurningar gjøgnum iBinder fram til og við 12. august 2022 og tilskilar Landsverk sær at senda út rættingarskriv fram til og við 16. august 2022.

Sí útboðið her.  

Úrslit: