Verkætlanin fevnir um prosjektering og bygging av einum sambýli við 12 íbúðum, býttar í tvær búeindir við seks íbúðum í hvørjari eind. Umframt íbúðirnar fevnir byggingin um felagsøki, starvsfólkaøki og uttanumøki.
Sambýlið skal skapa tryggar, heimligar og virðiligar karmar fyri gerandislívið hjá fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Arkitekturin skal endurspegla, at sambýlið verður heimið hjá fólki. Tí verður dentur lagdur á, at bygningurin fær ein heimligan og hugnaligan dám. Hetta skal síggjast aftur í sniði, rúmskipan, tilfarsvali, litum, ljósviðurskiftum og samanhanginum millum inni- og uttanduraøki.
Dentur verður lagdur á at skapa eitt varandi heimi við góðum karmum fyri bæði privatlívi og sosialum felagsskapi. Samstundis verður dentur lagdur á haldgóðar og varandi loysnir, sum eru rakstrarvinarligar og fíggjarliga skynsamar.
Sambýlið verður boðið út sum heildararbeiðstøka. Hetta merkir, at heildararbeiðstakarin fær ábyrgdina av bæði prosjektering og bygging til sambýlið er liðugt og klárt at taka í nýtslu.
Byggiøkið liggur liggur nærhendis rundkoyringini og var gjørt byggibúgvið fyrr í ár.
Tilboðini skulu latast inn 7. oktober 2026. Eftir at tilboðini eru mett, verður heildararbeiðstakari valdur og síðani politisk viðgerð.
Væntað verður, at byggingin kann vera liðug og klár at taka í nýtslu í 2029.
Sí útboð her.