17-11-2004
Útbjóðingar
Breiðking av vegnum millum Streymnes og brúnna um Streym

Við hesum verður partur av arbeiðinum at breiðka vegin millum Streymnes og Brúnna um Streym boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið fevnir um avgrevstur av mold og uppfylling við gróti, og skal hetta verða liðugt í seinasta lagi 31. desember 2004.

Høvuðsnøgdirnar eru umleið:
Avgrevstur av mold 12.000 m3
Uppfylling við gróti 13.000 m3

Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, Tórshavn, týsdagin 23. november 2004, kl. 11.00.

Ástaðarfundur verður mánadagin 22. november 2004, kl. 10.00, og møtt verður við húsið hjá Landsverki við Streymin.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá 17. november 2004 til í seinasta lagi 19. november 2004, og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar 2.000 kr., ið verður at flyta á konto nr. 128.229.6 í Føroya Sparikassa ella á konto nr. 431.468.0 í Føroya Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina.

17.11.04

Breiðking av landsvegnum á Oyrarbakka og gerð av omankoyring til bátahyl
Við hesum verður partur av arbeiðinum at breiðka vegin millum Oyrarbakka og Oyri og at gera omankoyring til bátahylin á Oyrarbakka boðið út í almenna lisitatión. Arbeiðið fevnir um avgrevstur av mold og uppfylling við gróti, og skal hetta verða liðugt í seinasta lagi 31. desember 2004.

Høvuðsnøgdirnar eru umleið:
Avgrevstur av mold 2.500 m3
Uppfylling við gróti 6.000 m3

Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, Tórshavn, týsdagin 23. november 2004, kl. 15.00.

Ástaðarfundur verður mánadagin 22. november 2004, kl. 13.00.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá 18. november 2004 til í seinasta lagi 19. november 2004, kl. 15.00, og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar 2.000 kr., ið verður at flyta á konto nr. 128.229.6 í Føroya Sparikassa ella á konto nr. 431.468.0 í Føroya Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina.

Úrslit: