Við hesum verður arbeiðið viðv. nýggjum vegi omanfyri bygdina í Skálafirði boðið út sum høvuðsarbeiðstøka í almennari lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Gerð av landsvegi frá grótbrotinum sunnanfyri bygdina í Skálafirði og til verandi landsveg norðanfyri Statoilstøðina uml. 2.500 m
- Gerð av rundkoyring norðanfyri Statoilstøðina
- Gerð av nýggjum vegi til bygdina í Skálafirði uml. 200 m
- Gerð av buss- og pendlaraplássi norðanfyri Statoilstøðina
- Gerð av brúgvum um Fjarðará og Svínagjógv
- Tvær seyðasmogur
- Umframt vegagerðina fevnir arbeiðið eisini um veitan og uppsetan av gøtuljósum
Lisitatiónin verður á Landsverki í Havn:
týsdagin 3. november 2009, kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
týsdagin 20. oktober 2009, kl. 10.00.
Møtt verður við Statoilstøðina í Skálafirði
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt, og kann bíleggjast frá hósdegnum 8. oktober 2009, við at venda sær til:
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
FO-110 Tórshavn.
Telefon: 340 800
boha@lv.fo
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast:
- Navn á virki, adressa og vinnutal
- Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni
- Teldupostadressa