Við hesum verður arbeiðið viðv. veg gjøgnum Leirvíkar bygd boðið út í almennari lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- gerð av landsvegi gjøgnum Leirvíkar bygd, áleið 1640 m
- tvær rundkoyringar við tilhoyrandi íbindingum
- íbindingar oman á Kráatanga
- tvær brýr
- grótkast/ laðing
- dýping av bátahyli
- leiðingar o.a.
Høvuðsarbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 1. desember 2010.
Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-110 Tórshavn
hósdagin 04. juni 2009, kl. 14.00. ( LISITATIÒNIN ER ÙTSETT TIL HÓSDAGIN 11. JUNI KL. 14.00 )
Ástaðarfundur verður
týsdagin 19. mai 2009, kl. 10.00.
Møtt verður við kirkjuna í Leirvík
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt og kann bíleggjast frá týsdegnum 5. mai 2009, við at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
Fo-110 Tórshavn
Telefon: 340 800
lv@lv.fo
Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 5.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina, t.e. 9. juni 2009.