Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi út- og umbygging av Kirurgiskum ambulatorium og Sterilsentrali á Landssjúkrahúsinum boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið umfatar umbygging av parti av 2. hædd í B-bygninginum (umleið 700 m2) og bygging av eini eyka 3. hædd (umleið 650 m2).
Arbeiðið verður boðið út sum stórarbeiðstøka (timbur, snikkari, stál, gólv og máling) og fakarbeiðstøkur (HVS og El) og byrjar 1. september 2006 og skal verða liðugt við ársenda 2007.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast hjá Landsverki í seinasta lagi 10. juli 2006 og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar 5.000 kr., ið verður at flyta á konto nr. 9181-134.228.4 í Føroya Sparikassa. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er sent aftur óskalað í seinasta lagi eina viku aftaná lisitatiónina, t.e. 30. august 2006.
Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, Tórshavn, mikudagin 23. august 2006 kl. 14.00.