Við hesum verður arbeiðið at seta upp HPFI-avbrótarar v.m. á Landssjúkrahúsinum boðið út til góðkendar el-innleggjarar í almennum útboði.
Talan er um bygningarnar 51 til 55, (og bygning C, sum er eitt ískoyti til verkætlanina).
Ástaðarfundur verður tann 3. oktober 2011 kl. 13.00-15.00 stundisliga, har tilboðgsgevarar fáa høvi til at kunna seg um viðurskiftini á staðnum og at seta spurningar. Møtt verður við Eiragarð nr. 8.
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5 í Havn, mikudagin 26. oktober 2011, kl. 14.00. Tilboðini skulu latast inn í afturlatnum bjálva merktur LSH-HPFI-Lic.
Útbjóðingartilfarið skal heintast talgilt her av heimasíðuni undir "Útboð".
Spurningar í sambandi við prosjektið kunnu sendast skrivliga til jaar@lv.fo fram til 20. oktober 2011.