25-06-2007
Útbjóðing: Undirføring millum Norðskála og Oyrabakka

Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi undirføring millum Norðskála og Oyrabakka boðið út í totalentreprisu í almennari lisitatión.

Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum gerð av undirføring í landsvegin, so at øll ferðsla millum bygdirnar sleppur undir vegin. Plássið, har verandi undirføring er, kann nýtast til endamálið.

Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-100 Tórshavn,

mikudagin 18. juli, 2007, kl. 14.00.

Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 2.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina, tað er 25. juli, 2007.
Ástaðarfundur verður mikudagin 11. juli, 2007, kl. 14.00. Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá týsdegi 26. juni 2007, við at venda sær til avgreiðsluna hjá Landsverki.

Úrslit: