17-06-2011
ÚTBJÓÐING: Umbygging í bygninginum hjá Mentamálaráðnum

Við hesum verður arbeiðið viðv. umbygging og umvæling av miðhæddini í bygninginum hjá Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegur 72 í Havn, har NÁM húsast, boðið út í almenna lisitatión, sum høvuðsarbeiðstøka.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um at:
- Broyta innrættingina við nýggjum og tillagaðum veggum, loftum og gólvklæðing
- Gera nýggja rýmingarleið á suðursíðuni við úthurðum, stálbrúgv og stáltrappum
- Gera nýggjar og tillagaðar HVS-innleggingar
- Gera nýggjar og tillagaðar EL-innleggingar

Á miðhæddini verður umleið 1/3 av gólvvíddini umbygdur og 1/3 umvældur.

Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðinum 01.09 - 01.12 í 2011.

Lisitatiónin verður týsdagin 19.07.2011 kl. 14.00 á Landsverki, Tinghúsvegur 5 í Havn.

Útbjóðingartilfarið skal heintast talgilt av heimasíðuni her undir Útboð frá 28.06.2011. Ástaðarfundur verður eina viku seinni, sí nærri í útbjóðingartilfarinum.

Eru spurningar, vinarliga set teg í samband við gugu@lv.fo.

Úrslit: