21-12-2010
ÚTBJÓÐING: Umbygging av røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum

Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi umbygging av røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum boðið út í almenna lisitatión.

Arbeiðið verður boðið út í heildararbeiðstøku, grundað á skipanaruppskot, og umfatar framhaldandi projektering og útinning av verkætlanini. Talan er um umleið 700 m2 tilsamans á 0. hædd og 1. hædd í bygningi B. Arbeiðið skal verða liðugt í seinasta lagi í viku 50 í 2011.

Kravt verður av teim fyritøkum, ið ynskja at bjóða, at tær kunnu vísa á, at tær hava neyðuga førleikan til at gera arbeiðið til lítar innan fyri ásetta tíðarkarmin. Metingarstøðið verður nærri útgreinað í útbjóðingarskrivi til tilboðsgevararnar.
Útbjóðingartilfarið, sum er talgilt, kann bíleggjast frá Landsverki frá mánadegnum, 03.01.2011.

Lisitatiónin verður á Landsverki mánadagin, 21.02.2011 kl. 15:00.

Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
100 Tórshavn.
Telefon 290 851
Telefax 340 801
Teldupostur kr@lv.fo

Úrslit: