Við hesum verður arbeiðið viðv. ljósi og eldsløkkjarum í Trøllanestunlinum boðið út í totalentreprisu
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
• Prosjektering av arbeiðinum
• Veitan og uppsetan av ljósum í tunlinum
• Veitan og uppsetan av ljósi uttan fyri tunnilin
• Veitan og legging av øllum neyðugum káplum
• Veitan og uppsetan av neyðugum trasustøðum, so ljósskipanin fer at virka
• Veitan og uppsetan av eldsløkkjarum
• Veitan av øllum neyðugum loyvum
• Veitan av “As built” tekningum og rakstrar- og viðlíkahaldsvegleiðingum
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-100 Tórshavn
hósdagin 15. apríl 2010, kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
mikudagin 24. mars 2010, kl. 11.00.
um teir bjóðandi ynskja tað. Møtt verður við sunnara enda á tunlinum.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað talgilt og kann bíleggjast frá týsdegnum 9. mars 2010, við at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
Telefon: 340 800
boha@lv.fo
Tá ið biðið verður um útbjóðingartilfar, skal upplýsast:
- Navn á virki, adressa og vinnutal
- Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni
- Teldupostadressa