Við hesum verður arbeiðið viðv. útskiftan av tekju á Skúlaheiminum í Klaksvík boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiði fevnir í høvuðsheitum um:
- Niðurtøku av verandi tekju
- Uppbyggjan av nýggjari takkonstruktión, uml. 260 m2
- Bjálving av takrúmi
Arbeiði skal gerast í tíðarskeiðinum 28.06 - 27.07.2010
Lisitatiónin verður týsdagin 18.05.2010, kl. 14.00 á Tekniska skúla í Klaksvík.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt, og verður tað sent teimum bjóðandi 27.04.10.
Bílegging av tilfari fer fram, áðrenn 23.04.10 við at senda teldupost til:
lv@lv.fo
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast:
- Navn á virki
- Kontaktpersónur og telefonnummar
- Teldupostadressa