Við hesum verður arbeiðið viðv. nýggjum vegi oman fyri Rituvíkarbygd, byggistig 2, boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- liðugtgerð av landsvegi frá Rituvíkarhálsi og oman í bygdina uml. 1230 m
- liðugtgerð av nýggjum bygdarvegi frá Rituvíkarhálsi og oman í verandi bygdarveg uml. 250 m
- dagføring av Æðuvíkarvegnum uml. 70 m
- tríggjar vegristir
- tvær seyðasmogur, hvar onnur er í verandi bygdarvegi
- umframt vegagerðina fevnir arbeiðið eisini um veitan og uppsetan av gøtuljósum
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-110 Tórshavn
týsdagin 20. apríl 2010, kl. 14.00.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt, og verður tað sent út mánadagin 29.03.2010. Bjóðandi kunnu fáa tað við skrivliga at venda sær til:
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
Fo-110 Tórshavn.
Telefon: 340 800
boha@lv.fo
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast:
- Navn á virki, adressa og vinnutal
- Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni
-Teldupostadressa
Spurningar í samband við prosjektið kunnu sendast skrivliga til boha@lv.fo fram til fríggjadagin 09.04.2010. Innkomnir spurningar verða svaraðir í seinasta lagi týsdagin 13. apríl,.2010.