Við hesum verður arbeiðið at gera nýggjan veg oman fyri Rituvíkarbygd boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- gerð av landsvegi frá Rituvíkarhálsi og oman í bygdina uml. 1.230m
- gerð av nýggjum bygdarvegi frá Rituvíkarhálsi og oman í verandi bygdaveg uml. 250m
- dagføring av Æðuvíkarvegnum uml. 70m
- íbinding frá tí nýggja vegnum og niðan í vegin til moldgoymsluna
- tríggjar vegristir
- tvær seyðasmogur
- umframt vegagerðina fevnir arbeiðið eisini um veitan og uppsetan av gøtuljósum
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5 í Tórshavn
týsdagin 20. oktober 2009, kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
týsdagin 06. oktober 2009, kl. 10.00.
Møtt verður á Rituvíkarhálsi við innkoyringina til moldgoymsluna.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt og kann bíleggjast frá mikudegnum 23. september 2009, við at venda sær til:
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
Fo-110 Tórshavn.
Telefon: 340 800
boha@lv.fo
Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast:
- Navn á virki, adressa og vinnutal
- Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni
- Teldupostadressa