05-07-2010
ÚTBJÓÐING: Nýggjur skrivstovubygningur hjá HA

Nýggjur skrivstovubygningur hjá Havnar Arbeiðsmannafelag á horninum Tinghúsvegur/Bøkjarabrekka
Við hesum bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum til undangóðkenning at gera nýggjan skrivstovubygning til Havnar Arbeiðsmannafelag.

BYGGIHARRI
Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
FO 110 Tórshavn
www.landsverk.fo
lv@lv.fo

Útbjóðingarháttur
Innboðin lisitatión í høvuðsarbeiðstøku aftaná undangóðkenning. Ætlandi verður heitt á 4-6 tilboðsgevarar at bjóða.

Lýsing av verkætlanini
Verkætlanin umfatar niðurtøku av verandi bygningi á horninum Tinghúsvegur/Bøkjarabrekka og bygging av nýggjum skrivstovubygningi á staðnum. Harafturat er ein minni umvæling av grannabygninginum, har sum Landsverk heldur til í dag. Verkætlanin er treytað av myndugleikagóðkenning, og er ætlanin at byrja arbeiðið í okt. 2010. Arbeiðið skal vera liðugt í okt. 2011.

Umbøn um luttøku
Umbønin skal sendast til Landsverk ella umvegis teldupost til lv@lv.fo
Áheitanin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13. juli, 2010.

Áheitan um luttøku
Áheitanir um at geva tilboð verða sendar út saman við útbjóðingartilfarinum tann 23. juli, 2010.

Samtøk og felagsskapir
Allir luttakarar í einum samtaki ella líknandi felagsskapi skulu geva skrivliga váttan fyri felags hefting og ábyrding fyri sáttmálanum. Felagsskapir og samtøk skulu harafturat frammanundan tilnevna ein umboðsmann við skjalprógvaðari fulltrú til, vegna felagsskapin ella samtakið, at tekna bindandi avtalur við byggiharran.

Upplýsingar at nýta til undangóðkenningina
Umsøkjarar skulu saman við eini umbøn um luttøku senda hesar upplýsingar:
• Upplýsingar um bygnaðin hjá fyritøkuni, herundir møguligt samband við móðirfelag.
• Trú- og heiðurváttan um skuld til tað almenna.
• Avrit av viðkomandi ábyrgdartrygging.
• Upplýsing um roknskapartøl tey seinastu trý árini.
• Upplýsing um árliga miðaltalið av fólkum í starvi hjá fyritøkuni seinastu 3 árini
• Upplýsing um møguligar undirveitarar. Serliga er tað niðurtøka, jørð og betongarbeiði, sum arbeiðstakarin skal lýsa væl við tað at gravast skal út niður á -7m frá verandi vegkotu.
• Ummæli frá samsvarandi uppgávum.
• Lívsgongdarlýsing (cv) hjá lyklafólkum, ið verða sett á hesa uppgávu.
• Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og heilsuskipanir, umframt umhvørvisstýrisskipanir hjá fyritøkuni.

Úrslit: