13-11-2008
Útbjóðing: Nýggjan klimaskerm á Landssjúkrahúsinum.

Við hesum verður arbeiðið við at gera nýggjan klimaskerm á Landssjúkrahúsinum, boðið út í almenna lisitatión sum høvuðsarbeiðstøka.

Arbeiðið umfatar endurnýggjan av útsíðum og tekju á høvuðsbygninginum (B-bygninginum).

Útsíðurnar skulu bjálvast við skúmglasbjálving, nýggj klæðing skal uppsetast á stálgrind og øll vindeygu og hurðapartí skulu skiftast. Kjallaraveggir skulu eisini bjálvast og pussast. Takkonsktruktión og takpapp skulu útskiftast til takdúk.

Tilsamans er talan um einar 3.350 m2 av útveggjum, og 1.150 m2 av tekju.

Lisitatiónin verður týsdagin 6. januar 2009 kl. 14.00 hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-100 Tórshavn.

Freistin at bíleggja útbjóðingartilfarið er 20. november 2008. Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til:

Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-100 Tórshavn
Tel. 340 800
Fax 340 801
lv@lv.fo

og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar 5.000 kr., ið verða at flyta á konto nr. 9181 – 134.228.4 í Eik Banka. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er sent aftur óskalað í seinasta lagi eina viku aftaná lisitatiónina, t.e. 13. januar 2009.

Úrslit: