Við hesum verður arbeiðið at leggja nýggja høvuðsvatnleiðing frá J.C. Svabosgøtu fram til bygning 13 (C-bygningur) og bygning 22 (B-bygningur) á Landssjúkrahúsinum, boðið út í almenna lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
• Upptøku av verandi betongflísum fram við bygningi 13
• Grevstrararbeiði fyri nýggjari vatnleiðing, uml. 70m
• Leggja nýggja vatnleiðing, uml. 70m
• Sveisa rustfrí stálrør í tøknirúmið í bygningi 22
• Endurgerð av lendi, so sum tyrving og endurlegging av verandi betongflísum
Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegur 5
Mánadagin 28. juni 2010, kl. 14.00
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá mánadegi 14. juni 2010 við at venda sær til:
Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
btl@lv.fo