06-09-2006
Útbjóðing: Norðskálatunnilin - frárensl og kaðalbakkar

Við hesum verður boðið út í almennari høvuðsarbeiðstøku at leggja ristir (kjeftsluk) í kantsteinin og bora fyri og hanga upp kaðalbakkar í Norðskálatunlinum.

Arbeiðið fevnir um:

 

  • at leggja 62 ristir (kjeftsluk) í báðum borðum. Ristirnar eru byggiharraveiting.
  • bora fyri upphangum (hvønn 3. m) til kaðalbakkar.
  • veita og uppseta upphang og kaðalbakkar.


Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 20. oktober 2006.

Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, FO-110 Tórshavn hósdagin 21. september 2006, kl. 10.00.

Ástaðarfundur verður mánadagin 18. september 2006, kl. 10.00.

Møtt verður við tunnilsmunnan norðskálamegin.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá fríggjadegi 8. september 2006 við at venda sær til:

Landsverk
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
Tlf. 340 800

Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veghaldi til støddar kr. 2.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Føroya Sparikassa. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina, t.e. 28. september 2006.

 

Úrslit: