Við hesum verður arbeiðið viðv. umvæling av heimi fyri fólki við autismu í Klaksvík boðið út í almennari lisitatión sum høvuðsarbeiðstøka.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um um- og uppíbygging av verandi sethúsum til stovn. Húsini eru 500 m2 til støddar í tveimum hæddum. Kjallarin er 255 m2, og 1. hæddin er
245 m2.
El- og HVS-arbeiðið verða boðin út fyri seg um nakrar vikur, og skulu tey bjóðandi innrokna stýring av hesum arbeiðum.
Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-100 Tórshavn
hósdagin 6. august 2009 kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
fríggjadagin 17. juli 2009 kl. 10.00.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast við at venda sær til Landsverk á teldupostadressu: hdl@lv.fo
Kontaktpersónur, telefonnummar og vinnutal skal upplýsast.
Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað við telduposti.