24-09-2009
Útbjóðing: Kanalisering í Streymnesi

Við hesum verður arbeiðið at broyta sunnara vegamótið í Streymnesi boðið út í almenna lisitatión.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:

  • gerð av tveimum vinstrasnaringarbreytum á landsvegnum til Streymnes og oman í Fjøruvegin, uml. 320 m.
  • tillagan av vegamótunum
  • veitan og uppsetan av gøtuljósum


Lisitatiónin verður á Landsverki, Tinghúsvegi 5 í Tórshavn

mikudagin 14. oktober 2009, kl. 15.00.

Útbjóðingartilfarið verður bert útflýggjað digitalt og kann bíleggjast frá mánadegi 28. september 2009, við at venda sær til:

Landsverk,
Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78,
FO-110 Tórshavn.
Telefon: 340 800
kjo@lv.fo

Tá biðið verður um útbjóðingartilfar skal upplýsast:

- Navn á virki, adressa og vinnutal
- Kontaktpersónur og telefonnummar hjá kontaktpersóni
- Teldupostadressa

 

 

Úrslit: