30-04-2009
Útbjóðing: Dagføring av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, 5. byggistig

Við hesum verður arbeiðið at dagføra mikrobiologi v.m. á Heilsufrøðiligu Starvsstovu, boðið út í almenna lisitatión.

Arbeiðini verða boðin út í niðanfyri nevndu arbeiðstøkum:

1. Stórarbeiðstøka
a) Jørðarbeiði
b) Betongarbeiði
c) Stálarbeiði
d) Timburarbeiði
e) Snikkaraarbeiði
f) Gólvarbeiði
g) Málaraarbeiði
h) Múraraarbeiði
2. HVS-arbeiðstøka
3. El-arbeiðstøka

Møguleiki er eisini fyri at bjóða uppá arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Gera tilbygning til mikrobiologi
- Gera dagføringar av rúmum, ið verða nýtt til mikrobiologi v.m.

Arbeiðið skal gerast í tíðarskeiðinum 1. juli – 1. desember 2009

Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, FO-110 Tórshavn

Mánadagin 25. mai 2009, kl. 14.00.

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast frá mánadegi 04. mai 2009, við at venda sær til:

Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
FO-110 Tórshavn
lv@lv.fo

Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 5.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina, t.e. 1. juni 2009.

Úrslit: