Við hesum verður arbeiðið viðv. Brúgv um Fossá við Haldarsvík, boðið út í almennari lisitatión.
Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Jørðarbeiði í sambandi við brúgv
- Gerð av betongbrúgv um Fossá
Høvuðsarbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 20. desember 2007. Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5 í Tórshavn
týsdagin 17. juli 2007, kl. 14.00.
Ástaðarfundur verður
mikudagin 11. juli 2007, kl. 10.00.
Møtt verður við brúnna.
Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast í avgreiðsluni hjá Landsverki frá týsdegi 3. juli. Tað verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 2.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir lisitatiónina, t.e. 24. juli 2007.