Útbjóðing av skipaflutningi í 2008
Heittblandað asfalt
Flutningur av heittblandaðum asfalti frá Langasandi í Kollafirði til ávikavist Sandoyar og Suðuroyar, verður við hesum boðin út alment.
Forknúsað grót, skervur og oljumjøl
Flutningur av forknúsaðum gróti frá havnarlagnum í Porkeri til Langasand í Kollafirði og flutningur av oljumjøli og skervi frá Langasandi í Kollafirði til ávikavist Sands og Porkeri, verður við hesum boðin út alment.
Lisitatiónirnar verða á Maskinmiðstøðini hjá Landsverki í Kollafirði
tann 17. apríl 2008 kl. 14.00.
Áhugað kunnu venda sær til Maskinmiðstøðina tlf. 540 841, har frágreiðing og treytir verða útflýggjað.