15-01-2008
Útbjóðing av lastbilaflutningi í 2008

Heittblandað asfalt og skervur
Flutningur av heittblandaðum asfalti og skervi úr Hundsarabotni og skervi av Hústoft verður við hesum boðin út alment.

Forknúsað grót
Flutningur av forknúsaðum gróti frá skervverkinum í Skørðunum og oman á havnalagið í Porkeri verður við hesum boðin út alment.

Suðuroyargrót, útlendskur skervur og sandur
Flutningur av Suðuroyargróti, útlendskum skervi og sandi frá skipi við bryggju á Langasandi niðan í grótbrotið í Hundsarabotni, og av heittblandaðum asfalti og skervi oman á Langasand, verður við hesum boðin út alment.

Lisitatiónirnar verða á Maskinmiðstøðini hjá Landsverki í Kollafirði 25. januar 2008 kl. 14.00.

Áhugað kunnu venda sær til avgreiðsluna hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5. telf. 340 800, har frágreiðing og treytir verða útflýggjað.

Úrslit: