Heittblandað asfalt og skervur
Flutningur av heittblandaðum asfalti og skervi úr Hundsarabotni og skervi av Hústoft verður við hesum boðin út alment. Lisitatiónin verður á skrivstovuni hjá Landsverki mikudagin 14. februar 2007 kl. 15.00.
Forknúsað grót
Flutningur av forknúsaðum gróti frá skervverkinum í Skørðunum og oman á havnarlagið í Porkeri verður við hesum boðin út alment. Lisitatiónin verður á skrivstovuni hjá Landsverki mikudagin 14. februar 2007 kl. 14.00.
Suðuroyargrót, útlendskur skervur og sandur
Flutningur av Suðuroyargróti, útlendskum skervi og sandi frá skipi við bryggju á Langasandi niðan í grótbrotið í Hundsarabotni, og av heittblandaðum asfalti og skervi oman á Langasand, verður við hesum boðin út alment. Lisitatiónin verður á skrivstovuni hjá Landsverki mikudagin 14. februar 2007 kl. 14.30.
Áhugað kunnu venda sær til avgreiðsluna hjá Landsverki, Tinghúsvegur 5, tlf. 340 800, har frágreiðing og treytir verða útflýggjað.