26-08-2009
Útbjóðing av flutningi av maskinamboðum

Flutningur av maskinamboðum í 2009 til arbeiðspláss hjá framleiðsludeildini hjá Landsverki verður nú boðin út í almenna lisitatión.

Talan er um flutning av asfaltútleggjarum, fresarum, gravi- og lessimaskinum til arbeiðspláss í Eysturoy, Streymoy, Vágoy og Norðoyum, har fast samband er við Klaksvík.

Tilboðini skulu vera Landsverki, Bøkjarabrekka 9, í hendi í seinasta lagi 04.09.2009 kl. 13.00.

Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til Landsverk tel. 340 800 ella umvegis teldupost to@lv.fo.

Úrslit: