25-08-2008
Útbjóðing
Ellis- og Røktarheim og Økisdepil fyri sinnisveik í Vági

Við hesum verður arbeiðið viðv. Ellis- og Røktarheimi og viðv. Økisdepli fyri sinnisveik í Vági boðin út í almennari lisitatión sum høvuðsarbeiðstøka.

Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um:
- Høvuðsbygningur í 3 hæddum, í alt góðar 3100 m2
- 10 partvíst samanbygdar íbúðir, 664 m2
- Lendisarbeiði, parkeringsøki
- Jørðarbeiðið og høvuðskloakk er gjørt.


Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 1. okt. 2010.

Lisitatiónin verður hjá Landsverki, Tinghúsvegi 5, 100 Tórshavn

hósdagin 9. okt. 2008, kl. 14.00.

Ástaðarfundur verður

hósdagin 25. sept. 2008, kl. 11.45.

Møtt verður á staðnum inni við Vatnið í Vági

Útbjóðingartilfarið kann bíleggjast við at venda sær til:

Landsverk
Tinghúsvegur 5
Postsmoga 78
Fo-110 Tórshavn
Telefon: 540854
hdl@lv.fo

Útbjóðingartilfarið verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 5.000, ið verður at flyta á konto nr. 134.228.4 í Eik. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er aftursent óskalað í seinasta lagi eina viku eftir listiatiónina, t.e. 30. okt. 2008.

Úrslit: