Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi Tekniska Skúla í Klaksvík, "Ùtbygging av HT Deild", boðið út í almennari lisitatión.
Arbeiðið verður boðið út í hesum arbeiðstøkum
A. Stórarbeiðstøka (jørð- og kloakk-, betong-, stál-, timbur- og snikkaraarbeiði v.m.)
B. Múraraarbeiði
C. Málaraarbeiði
D. Gólvarbeiði
E. HVS- og Ventilatiónsarbeiði
F. El-arbeiði
Útbjóðingartilfarið skal bíleggjast í seinasta lagi 20. september 2006 og verður útflýggjað móti einum veðhaldi til støddar kr. 5.000 fyri hvørja arbeiðstøku, ið verður at flyta á konto nr. 9181-134.228.4 í Føroya Sparikassa. Veðhaldið verður afturgoldið, um útbjóðingartilfarið er sent aftur óskalað í seinasta lagi eina viku aftaná lisitatiónina, tað er 31. oktober 2006.
Lisitatiónin verður á Tekniska Skúla, Nýggivegur, Klaksvík, týsdagin 24. oktober 2006 kl. 14.00.