19-02-2009
Uppsagnir av skerdum virksemi
SKERJINGAR: Nýggjar tíðir við kapping, dýrkaður framleiðslukostnaður og skerdar játtanir hava gjørt, at asfaltframleiðslan hjá Landsverki er minkað niður í eina helvt. Tískil noyðist stovnurin nú at minka um starvsfólkaliðið í grótbrotinum í Porkeri, sum letur alt tað føroyska grótið, sum verður brúkt í asfaltframleiðsluni.

Landsverk noyðist nú at siga fimm starvsfólkum í Suðri úr starvi. Tey uppsøgdu fingu handað ætlanarskriv á miðdegi í dag. Aftaná varð avgerðin kunngjørd fyri øllum starvfólkunum hjá Landsverki í Suðri.

Grundarlagið burtur
Orsøkin til uppsagnirnar er, at grundarlagið fyri størvunum er burtur.

Fýra av teimum uppsøgdu hava arbeitt í grótbrotinum í Porkeri, sum letur alt tað føroyska grótið, sum verður nýtt í asfaltframleiðsluni hjá Landsverki. Men asfaltframleiðslan hjá Landsverki er so nógv skerd, at grundarlag er ikki fyri at hava so nógv starvsfólk í arbeiði í grótbrotinum longur.

- Tørvurin á gróti til asfaltframleiðsluna er minkaður so nógv, at Landsverk noyðist at skerja starvsfólkahópin í grótbrotinum í Porkeri, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Broyttu umstøðurnar hava gjørt, at neyðugt hevur verið at umskipa alt virksemið í Suðri. Hetta verður gjørt við einum tættari samstarvi millum arbeiðseindirnar í oynni – grótbrotið í Porkeri, Smiðjuna í Øravík og vegahaldið. Í hesum sambandi hevur verið neyðugt at siga einum fólki, sum hevur arbeitt við vegahaldinum í Suðri úr starvi.

Kappingin merkist
Asfaltframleiðslan hjá Landsverki er minkað nógv tey seinastu árini. Fyri umleið fimm árum síðani framleiddi asfaltverkið í Hundsarabotni umleið 100.000 tons av asfalti, sum fóru á vegirnar hjá landi, kommunum og privatum. Í fjør var framleiðslan bert 40.000 tons.

Høvuðsatvoldin til hesa stóru minking eru nýggjar tíðir við kapping. Asfaltverkið hjá Landsverki hevur fingið kapping frá Asfaltverkinum á Sundi, sum grundar framleiðsluna á innflutt grót. Kappingin hevur merkt, at Landsverk so at siga hevur mist allar tær stóru nøgdirnar av asfalti, sum stovnurin plagdi at lata til kommunurnar.

Sostatt hevur tann natúrliga gongdin við kapping púra broytt fortreytirnar fyri asfaltframleiðsluni hjá Landsverki og harvið grundarlagið fyri virkseminum í grótbrotinum í Porkeri.

Játtanin niður – oljuprísurin upp
Ein onnur orsøk til, at virksemið er skert er, at peningajáttanin til viðlíkahaldið av føroysku landsvegunum er minkað. Fyri asfaltframleiðsluna hevur gongdin merkt, at játtanin tey seinastu árini er minkað niður í helvt - úr 28 milliónir krónur niður í 14 milliónir.

Høgi oljuprísurin tey seinastu árini og príshækkingar annars hava ikki gjørt støðuna betri. Olja er grundtilfar í asfaltframleiðsluni, og høgu oljuprísirnir hava gjørt, at framleiðslan er dýrkað – og harvið minkað.

Harmast uppsagnir
- Vit harmast um, at vit noyðast at siga fólki upp, men vit høvdu einki val. Fortreytirnar fyri virkseminum eru broyttar grundleggjandi og vit noyðast at taka avleiðingarnar av skerjingunum, sigur stjórin á Landsverki, sum vísir aftur, at talan verður um fleiri uppsagnir í Landsverki við bræði.
- Tað er ikki aktuelt við fleiri uppsagnum, sigur Oyvindur Brimnes.

Úrslit: