Orsakað av at fleiri innbodnir gestir ikki fáa luttikið í hátíðarhaldinum ísv. at Hovstunnilin skal takast alment í nýtslu leygardagin 27. oktober, hevur í dag verið roynt at framskunda upplatingina av tunlinum.
Við góðum vilja og stuðuli frá øllum pørtum er tað eydnast at flyta dagin.
Hovstunnilin verður tí latin upp nú leygardagin 20. oktober í staðin fyri næsta leygardag. Skráin verður kunngjørd í morgin.