11-07-2007
Ung í arbeiði hjá Landsverki

Kundi tú hugsað tær at hjálpt okkum í 2-3 vikur í summar at seta upp vegastokk (autoverju) á nýggja Strandavegin ella nýggja Hovsvegin?

Vit ímynda okkum, at tú ert arbeiðssamur, røkin og ágrýtin.

Um starvið á nýggja Strandavegnum hevur tín áhuga, send ein teldupost til jonstein@lv.fo

Um starvið á nýggja Hovsvegnum hevur tín áhuga, send ein teldupost til danjal-b@lv.fo

við hesum upplýsingum:

Navn
Bústaður
Aldur
Tlf. nr.


Seinasta freist er mikudagin 18. juli 2007.

Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at spyrja umvegis somu teldupostadressur.

Úrslit: