14-11-2008
Undangóðkenning: Nýggjur skúladepil við Marknagil

Fríggjadagin 14. november var lýsing í Dimmalætting og Sosialinum um undangóðkenning ( prækvalifikation) ísv. nýggjan skúladepil við Marknagil. Í lýsingini bjóðar Landsverk áhugaðum heildarráðgevarum at biðja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á prosjekteringina í avmarkaðari útbjóðing.

Lýsingin kann lesast her:

Føroysk útgáva: marknagil fo.pdf (123 KB)

Donsk útgáva: marknagil dk.pdf (122 KB)

Stutt um Verkætlanina.
Avgerð er tikin um, at ein skúladepil skal byggjast við Marknagil í Tórshavn. Skúladepilin skal hýsa virkseminum hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Tórshavn,Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í Tórshavn. Mentamálaráðið er saman við Landsverki og teimum trimum skúlunum farið undir at fyrireika hesa bygging.

Skúladepilin við Marknagil verður karmur um framtíðar samskipanina og menningina av øllum miðnámsútbúgvingunum í høvuðsstaðarøkinum. Depilin verður skipaður við einari felags leiðslu.

Skúladepilin við Marknagil er størsta byggiverkætlanin í føroyskari skúlasøgu.Nýggi skúladepilin skal byggjast á einum øki tætt við Marknagil í Tórshavn. Verandi bygningar hjá Føroya Handilsskúla, ið eru umleið 1800 m², kunnu takast við í samlaðu byggingina, og ynskt verður, at møguleiki verður fyri eini framtíðar útbygging av skúladeplinum. Sum útgangsstøði er samlaði fíggjarkarmurin fyri verkætlanina 391 mió. kr. uttan mvg.

Úrslit: