UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av sambýli til sálarsjúk í Havn, bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð uppá arbeiðið í høvuðsarbeiðstøku.
Talan er um eitt sambýli til sálarsjúk, ið skal byggjast eystan Heyg í Havn. Sambært uppskotinum frá MAP arkitektum, er sambýlið ikki ein bygningur, men heldur at kalla ein býlingur við 16 íbúðum, ið hvør eru 35 fermetrar til støddar. Í felagshølunum er møguleiki fyri at matgera- og eta í felagsskapi við onnur og takast við ymiskt ítriv. Knýtt at felagshúsinum er eitt vaskarí til felags nýtslu hjá øllum íbúgvum.